Ferðsluviðurskifti

Endamálið við samferðsluni her á landi er at knýta býir og bygdir saman á ein slíkan hátt, at undirstøðukervið nøktar núverandi og framtíðar tørvin. Føroyska samfelagið er í støðugari menning, og ætlanin at binda oyggjarnar saman er ein avleiðing av einum vaksandi eftirspurningi um økt flytføri.

Høvuðsendamálið við Samferðsluætlanini er at virka fyri menning av undirstøðukervinum og tryggja eina nøktandi atkomu til økir kring landið. Hetta er sambært endamálinum hjá landinum um at knýta økini saman við einum almennum undirstøðukervi, har landsins borgarar, vinnan og vitjandi trygt kunnu ferðast og flytast millum øki við minst møguligum forðingum.

Meðan Landsverk og Strandferðslan hava ábyrgd av at knýta bygd øki saman við farleiðum, eru áhugamálini hjá kommununum at menna og skipa undirstøðukervið samsvarandi innanhýsis tørvinum; her kann talan vera um eftirspurningin eftir bústaði ella vinnuøki. Tá bústaðar- og vinnuøki verða staðsett ella víðkað, er ein avleiðing ofta økt ferðsla til og úr hesum økjum. Hesi økir eiga tí í størri mun at verða løgd afturat núverandi ella longu planløgd miðstaðarøki við høvuðsfarleiðum, soleiðis at tørvurin at tillaga ferðslukervið verður minni, hóast ferðslan økist. Hetta kann ein yvirskipað lendisætlan fyri nýtslu av lendinum taka hond um. Tí verður mælt til, at kommunal- og landsmyndugleikar menna samstarv fyri nýtslu av lendinum.

Í Samferðsluætlanunum fyri 2008-2020 og 2012-2024 hevur landið valt at nýta 12 ár sum hóskandi áramál fyri flestu ætlanum fyri útbygging av samferðslukervinum. Áramálið er tó ov stutt fyri einstakar verkætlanir, og tí eru eisini verkætlanir við longri tíðarsjónarringi tiknar við. Í Samferðsluætlanini fyri 2018-2030 verður sami leistur fyri tíðaráseting av raðfestum ætlanum fyri útbygging av samferðslukervinum fylgdur.

Tey staðfrøðiligu (topografisku) viðurskiftini í Føroyum gera, at staðsetingar av møguligum linjuføringum til bygging av framtíðar vegum eru avmarkaðar. Tað er tí serliga týðandi, at lendi til framtíðar vegagerð verða sett av til endamálið. Hetta er serliga avbjóðandi kring býir og bygdir, har býarmenningin eisini krevur lendi. Um lendi ikki verður sett av til bygging av framtíðar vegum, kann uppgávan gerast ómøgulig, ella í besta føri verða vegaloysnirnar munandi dýrari.

Framkomuleiki og atkomuleiki

Niðanfyri er ein lýsing av hugtøkunum framkomuleiki og atkomuleiki, ið eru grundleggjandi hugtøk í øllum arbeiðinum at menna samferðslukervið.

Framkomuleiki sigur nakað um, hvussu góðar umstøðurnar hjá teimum ferðandi eru at ferðast ímillum býir og bygdir í landinum á ein skjótan, góðan og tryggan hátt.

Atkomuleiki sigur nakað um, hvussu lætt ferðandi kunnu ferðast millum vegir, bústaðir, arbeiði og ymiskt annað virksemi.

Tað ber ikki til bæði at raðfesta eitt høgt stig av framkomuleika, samstundis sum atkomuleikin eisini skal vera góður. Sostatt verður samferðslukervið ment, soleiðis at framkomuleikin í minst møguligan mun gongur út yvir ferðslutrygdina og umhvørvið, samstundis sum landið fær mest møguliga nyttu burtur úr teimum íløgum, sum verða gjørdar í samferðslukervið.

Ferðslutrygd

Ferðslutrygd er mest týðandi táttur, tá nýggir vegir verða bygdir, ella tá verandi vegir verða broyttir.

Tá økisferðsla og gjøgnumkoyrandi ferðsla verða vavd saman í bygdum øki, er tað mest sannlíkt, at hetta hevur neilig árin bæði fyri ferðslutrygdina, framkomuleikan og fyri nærumhvørvið. Ferðandi á landsvegnum í bygdum øki hava fleiri mótstríðandi áhugamál. Meðan gjøgnumkoyrandi ferðslan er áhugað í at koma so skjótt og ómakaleyst sum gjørligt ígjøgnum bygt øki, hevur økisferðslan í størri mun tørv á at kunna snara av, steðga ella parkera. Hetta økir um vandan fyri ferðsluóhappum, og tað eru serliga tey til gongu og á súkklu, sum eru í størst vanda undir slíkum umstøðum. Ein loysn á hesi avbjóðing er at leiða gjøgnumkoyrandi ferðslu kring bygd øki. Við hesum er betri møguleiki at fremja trygdartiltøk í bygdum øki. Kanningar uttanlands vísa, at tá fjarferðslan verður leidd kring bygd øki, kann talið av persónsóhappum lækka við 25 % (Trafiksikkerhetshåndboken, TØI, 2014).
 

Ferðslumodell

Landsverk hevur verið við til at menna eitt ferðslumodell fyri vegakervið í Føroyum, ið ger tað møguligt at lýsa og rokna seg fram til avleiðingar av vaksandi ferðslu og broytingar í vegakervinum, eitt nú tá nýggir tunlar verða bygdir ella vegir stongdir. Modellið byggir á tøl fyri fólkatal, arbeiðspláss, pendlan og ferðslutøl. Ferðslumodellið kann tí veita týðandi upplýsingar, sum kunnu vera grundarlag fyri størri útbyggingum av undirstøðukervinum.

Grundarlagið undir ferðsluframrokningum er tørvurin hjá fólki á at koma frá A til B. Talan kann vera um at koma til og frá arbeiði, keypa inn og koyra til ymisk frítíðarítriv. Til framrokningarnar verður verandi vegakervið nýtt, har ymsar fortreytir eru settar inn, t.d. loyvd ferð og kapasitetur. Oftani hevur tann ferðandi fleiri møguleikar at velja ímillum, um hann ynskir at koma frá A til B. Tann ferðandi kann velja stytstu tíð at ferðast, men í veruleikanum velja fólk ikki altíð skjótastu loysn, men til dømis teinin, sum kann vera ein leið við vøkrum útsýni og/ella gongur uttan um bygd øki. Ella tey velja eina leið, har tað slepst undan at snara til vinstru, sum kann vera trupult í nógvari ferðslu. Ferðslumodellið verður bygt upp av algoritmum, ið so neyvt sum til ber vísa, hvørja leið tey ferðandi í veruleikanum nýta.

Tórshavn, Argir og Hoyvík eru býtt sundur í slakar 90 sonur, meðan restin av landinum er býtt upp í umleið 60 sonur. Fyri at lýsa framtíðarferðsluna verða framrokningar gjørdar av fólkatali og tali av arbeiðsplássum í ymsu økjunum (sonum). Talið av bilum í økinum hevur eisini týdning fyri, hvussu nógv fólk velja at koyra. Ferðslumodellið tekur hædd fyri, at ferðslan økist grundað á fólkavøkstur, sum merkir, at fleiri bilar koma á vegirnar.

Tá nýggir vegir ella tunlar verða gjørdir, har ferðsluvøkstur er ein avleiðing, kann talan verða um eitt ferðslulop. Ferðslulopið kann lýsast sum ein nýggjur ferðslutørvur millum t.d. Runavík og Argir, tá frástøðan bæði í tíð og longd er munandi minkað, og harvið eru betri møguleikar at ferðast ímillum til arbeiðis. Tað er ikki lætt at meta um, hvussu stórt ferðslulopið verður, men royndirnar úr Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru brúktar í ferðslumodellinum. Ferðslulopið er ein einstøk hending, sum fer fram, tá ein nýggjur vegur letur upp. Í veruleikanum hendir ferðslulopið ikki í einum, men við tíðini, frá tá tunnilin er latin upp ella beint áðrenn og tey fyrstu árini, tunnilin hevur verið opin.

Ferðslutølini eru frá gerandisferðsluni um samdøgrið, har vikuskiftis- og frídagar ikki eru tiknir við. Ferðslan er størst gerandisdagar, frá mánadegi til fríggjadag. Hetta merkir, at ferðslumongdin er talið av bilum í miðal gerandisdagar.

Ferðslutøl kunnu eisini brúkast til at siga nakað um ársmiðalferðsluna, sum er miðal ferðslan um samdøgrið fyri allar dagar í árinum.

Krøv til vegir og tunlar

Sum nevnt geva staðfrøðilig viðurskifti í føroysku náttúruni serligar avbjóðingar, tá farleiðir skulu tilrættisleggjast og byggjast. Eitt nú mugu fyrilit takast í mun til, hvussu brattir vegirnir kunnu gerast (longdarhall), soleiðis at tunga ferðslan ikki fær trupulleikar í hálku. Somuleiðis vera nýggir vegir lagdir í láglendi, soleiðis at útreiðslur til vetrarhald ikki gerast óneyðuga stórar.

Landsverk byggir á normar frá grannalondum eins og egnar royndir. Til dømis verður nýgerð av tunlum bygd á nýggjastu vitanina úr Noregi saman við egnum royndum her á landi. Orsøkin er uppløgd, tí norskar og føroyskar umstøður líkjast bæði í veðurlagi, topografi og ferðslunøgd, og Noregi hevur eitt væl virkandi og framkomið vegakervi. 

Tá farleiðir skulu dagførast, verða ymsar loysnir lýstar, og fyrimunir og vansar útgreinaðir. Í hesi tilgongdini verða betringar av verandi farleið lýstar og mettar - t.d. í mun til eina tunnilsloysn. Hesar metingar verða grundaðar á samfelagsnyttuna, og tilráðingin verður tí ymisk, um talan eitt nú er um ein høvuðsveg ella aðrar vegir.

Fíggjarlig viðurskifti

Kostnaðarmetingarnar í Samferðsluætlanini byggja á lyklatøl og royndir frá líknandi verkætlanum og royndir frá grannalondunum.

Neyvleikin í metingunum er treytaður av, hvussu langt er komið ávegis við planleggingini. Tá linjur verða lagdar, verður oftani ein meturprísur fyri líknandi verkætlanir nýttur. Sum planleggingin gongur framá, verður prísurin neyvari ásettur fyri verkætlanirnar; tó kunnu viðurskifti sum príslagsbroytingar ávirka kostnaðarmetingina. Teir endaligu prísirnir verða ikki ásettir, fyrr enn útboðsúrslitini fyriliggja.

Eindarprísir, sum verða nýttir í sambandi við kostnaðarmetingar í hesi samferðsluætlan, og har ein verkætlan ikki er evnað til ella farin í útboð, eru settir inn í talvuna:

Eindarprísirnir í talvuni omanfyri eru hækkaðir munandi seinastu árini, serliga fyri tunnilsgerðir, millum annað orsakað av, at trygdarkrøvini eru herd. Harafturat hækkaði prísurin fyri keyp av jørð munandi í 2007.

Tað eru nøkur økisviðurskifti, ið skapa nakað av óvissu knýtt at nýtsluni av eindarprísum, ið antin kunnu dýrka eina verkætlan ella gera hana bíligari. Tað kunnu vera viðurskifti sum jarðfrøði, konjunkturur, staðseting (nógvur flutningur), lendi, ið landið ikki eigur o.s.fr. Tí verða +/- 10 prosent løgd afturat/drigið frá metingunum.

Kostnaðarmetingarnar eru í prísum fyri 2018 og skulu tí framroknast við prístalsbroytingum, soleiðis at kostnaðurin verður galdandi fyri tað árið, farið verður undir verkætlanina. Vanliga er vøksturin 2,5-3,0 % pr. ár. Tá ein verkætlan kostar 100 mió. kr. í 2018 prísum, merkir tað, at um hon verður framd 10 ár seinni, skal kostnaðurin framroknast við 3 % um árið hesi 10 árini. Broytingin í keypsorkuni er upphædd * (1+inflasjónin)(ár). Seta vit tøl inn, sær formilin soleiðis út: 100*1,0310(10) = 134 mió. kr. Úrslitið vísir, at orsakað av inflasjónini er 100 mió. kr. tað sama sum 134 mió. kr. 10 ár seinni. Prísurin av einari verkætlan er tengdur at, hvussu skjótt verkætlanin kann gerast, tí veruligi prísurin fyri eina verkætlan verður galdandi tað árið, hon er liðug.

Ein annar umráðandi partur av samlaða kostnaðinum er árligu útreiðslurnar til rakstur og viðlíkahald. Tað eru útreiðslur, sum mugu játtast hvørt ár í livitíðini hjá verkløgunum, soleiðis at verklagið tænir endamálinum og fær longst møguligan livialdur.
Við manglandi viðlíkahaldi missur vegurin, tunnilin ella ferjan, virði, sum hevur ta avleiðing, at góðskan í framkomuleikanum og ferðslutrygdini minkar.

Landsverk hevur ikki játtan til rakstur og viðlíkahald í nóg stóran mun, soleiðis at útgerð og verkløg verða rímiliga viðlíkahildin og dagførd. Í 2018 er játtanin um góðar 45 mió. krónur til rakstur og viðlíkahald av landsvegunum, tunlum og havnum, sum bert er ein brotpartur av tí játtan, tørvur er á (sí nærri lýsing í partinum um rakstur og viðlíkahald). Um tørvurin til dagføring av verkløgum og útgerð var nøktandi, átti árliga játtanin til rakstur og viðlíkahald at at verið 2-3 ferðir verandi játtan. Útreiðslur til rakstur og viðlíkahald av vegum og tunlum eru fevnd av fleiri tættum, so sum:

Útreiðslur til rakstur og viðlíkahald

Vegir:

  • kavarudding
  • rakstur og viðlíkahald t.d. av vegljósum
  • arbeiðið at tøma rennur og dren
  • vegamerking
  • viðlíkahald av vegøksl
  • útskifting av ferðsluskeltum 10. hvørt ár
  • asfaltering 15.-20. hvørt ár
  • útskifting av bilverju 25.-30. hvørt ár

Tunlar:

  • elnýtsla til ljós, ventilatión og pumpur (undirsjóvartunlar)
  • El-útgerðin skal dagførast 10.-15. hvørt ár 
  • útreiðslur til SRO 
  • mekaniskt viðlíkahald (skróting og bolting) skal vera 7. hvørt ár.

UMHVØRVI, MENTAN- OG NÁTTÚRUVIÐURSKIFTI

Náttúra og mentanarumhvørvi eru virði, ið serlig atlit skulu takast at í menningini av samferðslukervinum. Útbyggingar og dagføringar av samferðslukervinum gerast ofta sera sjónligar í landslagnum, og tí er umráðandi, at hesi verkløg eru soleiðis háttaði, at tey hóska til landslagið. Somuleiðis skal hugsast um upplivingarnar hjá tí ferðandi.

Tá nýggir vegir, brýr ella tunlar verða gjørdir, er tað neyðugt at taka fyrilit fyri økjunum, har verkløgini verða staðsett. Økið kann hava eitt serligt ella viðbrekið plantulív, djóralív ella fornminni, ið skulu varðveitast. Tí skulu viðkomandi myndugleikar sum Umhvørvisstovan, Tjóðsavn Føroya ella aðrir friðingarmyndugleikar hoyrast, áðrenn verkløg verða prosjekteraði, ella
um komið verður fram á okkurt serstakt undir verklagsarbeiðinum,
sum má kannast nærri.

Ferðsla kann órógva nærumhvørvið við larmi, ristingum, luftdálking
o.ø. Tað ber til at minka um órógv frá bilferðsluni. Til
dømis við at leggja vegir við minni longdarhalli longri burtur frá
bygdum øki, ella á annan hátt doyva ljóð- og luftdálkingina frá
ferðsluni.

Ognartøka / keyp av lendi til vegabygging

Tá nýggir vegir skulu byggjast, ella verandi vegir skulu útbyggjast,
er tað oftani neyðugt at útvega lendi til endamálið. Tí kann
keyp av jørð vera ein partur av verkætlanini. Oftani verða lendiskeyp
avgreidd uttan størri trupulleikar, men í einstøkum førum
er neyðugt við ognartøku. Í hesum føri gongur almenni áhugin
fram um ognarrættin hjá eigaranum av lendinum.

Mett verður, at umleið eitt ár eigur at verða lagt afturat tíðarskeiðinum
fyri verkætlanir til tílíkt fyrireikingararbeiði. Ein vanlig
kostnaðarmeting av fyrireikingararbeiði í mun til alla verkætlanina
er 10 %.

RAÐFESTINGARGRUNDARLAG

Raðfylgjan av verkætlanunum í samferðsluætlanini er landafrøðiliga
sett upp og ikki eftir tørvi.

Gjørt verður vart við, at politiski myndugleikin so hvørt ger egnar raðfestingar, og at tað ikki neyðturviliga er fult samsvar millum tær fakligu raðfestingarnar hjá Landsverki ella Strandferðsluni og politisku raðfestingarnar. Landsverk hevur í undanfarnu samferðsluætlanum raðfest verkætlanir, sum ikki eru framdar enn, meðan aðrar, sum ikki hava verið raðfestar frammalaga hjá Landsverki, eru framdar, tí politisk semja hevur verið um tað. 

Eitt dømi er, at tað politiskt er gjørt av at raðfesta Hvalbiartunnilin fram um tunlarnar Norður um Fjall. 

Eysturoyartunnilin verður gjørdur við tí fyri eygað at knýta alt norður-eystur øki saman við Suðurstreymoy. Tí hevur Landsverk mælt til, at Gøtudalstunnilin og Innkomuvegurin til Havnar verða lidnir, áðrenn Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu. Tað ber ikki til at røkka hesum nú, men Landsverk mælir til, at verkætlanirnar verða gjørdar skjótast gjørligt, so full nytta fæst av íløguni, sum landið ger í Eysturoyartunnilin.

Í 2005, áðrenn endalig linjuføring varð gjørd fyri Eysturoyartunnilin, og áðrenn tað var gjørt av at gera tunnilin, gjørdi Landsverk eina frágreiðing um hesa farleið og tær avleiddu verkætlanirnar, sum tunnilin kundi havt við sær.

Ymsar fortreytir eru broyttar sum eitt nú, at linjuføringin fyri tunnil og íbinding til landsvegirnar eru gjørdar og eru í gerð. 

Umkoyringarvegur um Skála er gjørdur og var tikin í nýtslu í 2007.

Vegurin um Skálabotn er prosjekteraður, men útboðið er
strikað orsakað av kostnaði.

Í fyrrverandi samferðsluætlanum var mett, at við at seta av umleið 150 mió. kr. árliga til íløgur í samferðslukervið, bar til at endurnýggja, útbyggja, og fremja nýgerð, so tað altíð hóskar til flutningstørvin í landinum.

Í dag er talið nærri 200-250 mió. krónum. Burtursæð frá inflasjón, er orsøkin til hesa hækking millum annað tann, at tær verkætlanir, sum Landsverk raðfesti í eldru samferðsluætlanunum, ikki eru raðfestar á sama hátt av politisku skipanini. Tískil eru komnar fleiri átrokandi verkætlanir í dag, sum eru neyðugar at fara undir sum skjótast. 

Í Samferðsluætlanini eru øll tilmælir um íløgur bygd á fakligar metingar og niðurstøður hjá Landsverki og Strandferðsluni um, hvørjar íløgur gera størst mun fyri samfelagið. Ætlanirnar fyri framtíðar samferðslu í Føroyum eru ikki viðgjørdar politiskt.

Til tess at fáa mest møguliga burtur úr íløguni, er neyðugt at raðfesta, soleiðis at nyttuvirðið er so stórt, sum til ber.

Raðfestingarnar eru settar upp niðanfyri, har týdningarmiklastu fyrilitini eru framkomuleiki, ferðslutrygd, umhvørvi og viðlíkahald. Hesi høvuðsfyrilitini verða mett í mun til hvørt annað. Farið verður í dýpdina við at kanna ymisk viðurskifti. Eitt nú støðuna á verandi farleið, ferðslunøgd, slag av ferðslu, gagnnýtslu og raðfestingar í mun til aðrar verkætlanir. Eitt dømi, ið kann lýsa hesa tilgongd, er metingin um, hvussu farleiðin til Dals kundi gerast ein trygg farleið. 

Verandi Dalsvegur er smalur, liggur á eini hill, har tað er steyrrætt í havið í niðara borði og eisini høgt omanfyri. Tað ryður oman á vegin úr erva. Partar av Dalsvegnum eru í so ringum standi og vandamiklir, at vandi er fyri, at vegurin ikki kann nýtast innan rímiliga stutta tíð. Hóast ferðslutrygdin er tyngsta atlitið, vigar atkomuleikin samstundis nógv, tí um vegurin fer, er eingin farleið til Dals. Av oman fyri nevndu viðurskiftum hevur Landsverk mælt til, at farleiðin til Dals verður raðfest framman fyri dagføringina av farleiðunum til eitt nú Fámjins og Tjørnuvíkar.

 

Raðfesting

Seinast dagført: 11.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: