BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
5 ár2018-2024

Núverandi støða

P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum tað almenna eigur, skal gera Sandoyartunnilin av Gomlurætt til Traðadal í Sandoynni. Landsverk hevur gjørt forkanningarnar um ymsar linjuføringar, t.d. at tunnilin kom upp í Skopun, at tunnilin hevði Hestoynna við og Glyvursnes ístaðin fyri núverandi staðseting á Gomlurætt, og hevur eisini gjørt jarðfrøðiligu kanningarnar til tunnilin.

Uppskotini, har Hestoyggin var partur av tunnilsloysnini, vóru frávaldar, tí tær vóru mettar at vera munandi dýrari.

Skopunarloysnin var vald frá, tí vegaloysnin niðan úr Skopun var verri enn at koma upp úr Traðadali. Serliga við atliti at eini framtíðar Suðurleið.

Ein linjuføring er eisini ásett í verklagslógini, frá Gomlurætt beinleiðis til Traðadals.

Loysn 1

10,9 km langur tunnil av Gomlurætt á Streymoynni til Traðadals á Sandoynni

Hetta uppskotið hevur Løgtingið samtykt, og verkætlanin er prosjekterað.
Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

12 km langur tunnil frá Dalinum á Glyvursnesi til Traðadals á Sandoynni umframt ein 4 km langur vegur frá tunnilsmunnanum á Glyvursnesi til rundkoyringina við Hamarin á Argjum

Fyrimunurin við hesari loysn er, at tað slepst undan at koyra eftir Velbastaðhálsinum, sum kann vera avbjóðandi um veturin. Harafturat er teinurin 2 km styttri av Sandoynni til vegamótið Velbastaðvegur/Marknagilsvegur. Tó skulu uml. 4 km koyrast í býarøki, har mest loyvda ferðin er 50 km/t.

Ein møguligur flogvøllur á Glyvursnesi er viðkomandi í staðsetingini av tunlinum frá Dalinum á Glyvursnesi til Traðadals á Sandoynni umframt 4 km langi vegurin. Skuldi Loysn 2 verðið vald, so vildi verið neyðugt at tillaga vegin eftir staðsetingini av flogvøllinum, skuldi hann blivið veruleiki. 
3. byggistig á “Innkomuvegnum” gongur eisini út til flogvøllin, og kann knýtast til hesa verkætlanina, um flogvøllurin verður aktuellur.

Landsverk hevur í mong ár gjørt flogvallakanningar, m.a. vind- og turbulenskanningar, ið hava staðfest, at størsti og tryggasti flogvøllurin við besta reglusemi og veðurlíkindum, hevði ligið á Glyvursnesi.

Hóast flogvøllurin valla verður veruleiki innan 20 ár, so hevur orðaskiftið um nýggjan flogvøll fleiri ár á baki og ger seg tískil viðkomandi fyri øllum lands- og lokalpolitiskum ætlanum á Glyvursnesi.
Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkhaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Játtanin til rakstur og viðlíkahald er minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Verður ferjan Teistin niðurløgd, kann raksturin og viðlíkahaldið av henni sparast.

Tey fyrstu 25-30 árini liggur ábyrgdin av rakstri og viðlíkahaldi hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlinum.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, at asfaltera 15-20 hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Mælt verður til at halda fram við tilmældu loysnini. Fígging er funnin til verkætlanina.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

1 mia. kr. 

Avleiddar verkætlanir

Við tíðini skal ein nýggjur tilkoyringarvegur gerast við Gomlurætt, so báðir bugarnir har ikki tarna ferðsluni.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

5 ár

Tilmæld tíðarætlan

2018-2024

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Sandoyartunnilin til Gomlurætt
  • Sandoyartunnilin til Glyvursnes

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: