Vegurin av Strondum til Selatraðar er umleið 10 kilometrar til longdar. Vegurin er smalur, óregluligur, liggur í brattlendi og manglar vegakslar. Ferðslan fer ígjøgnum bygt øki í øllum trimum bygdunum í økinum. Í oktober 2018 búðu 33 fólk í Kolbeinagjógv, 31 á Morskranesi og 43 á Selatrað. Hóast fólkatalið ikki er avmarkað í økinum, og dagliga ferðslan neyvan er stór, er væl av fríðtíðarvirksemi á Selatrað, sum í tíðarskeiðum elva til størri ferðslu.
Dagføra verandi veg
Byrjað er at dagføra vegin, og onkur teinur er breiðkaður. So hvørt játtan hevur verið til arbeiðið, er vegurin dagførdur. Miðað verður ímóti at dagføra vegin í mun til ferðsluna. Hetta merkir fleiri víkipláss og at gera vegin tvíbreytaðan í støðum.
Tvíbreytaður vegur allan teinin
Verkætlanin inniber at víðka vegin til tvær breytir allan teinin, og rætta vegin, soleiðis at veglinjan gerst beinari. Harafturat kann ein møguligur umkoyringarvegur um Morskranes gerast.
Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.
Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.
Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.
Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg hava rakstur og viðlíkahald sum avleiðing. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.
Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí verður einki spart av rakstri og viðlíkahaldi.
Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um av at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.
Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.
Loysn 1
Mælt verður til at arbeiða víðari við loysn 1, soleiðis at vegurin til Selatraðar kann dagførast og gerast ein betri og tryggari farleið í samsvari við fíggjarraðfesting.
51-63 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,5 mió. kr.
Ongin avleidd verkætlan.
Mælt verður til, at verkætlanin um Gøtudalstunnilin verður gjørd samstundis. Grót frá Gøtudalstunlinum kann nýtast til dagføring av Selatraðarvegnum.
2-3 ár
2022-2025