Verandi landsvegur er smalur og fer ígjøgnum bygt øki. Í 2012 var gerandisferðslan ígjøgnum bygdina 1.700 akfør um samdøgrið. Í januar 2018 búðu 122 fólk í Skálafjørðinum.
Vestari armur á Skálafjørðinum verður ein høvuðsatkoma til Eysturoyartunnilin, og bygdavegurin megnar ikki alla ta ferðsluna.
Vegurin er bert 4,5 m breiður, skúli liggur við vegin og samkoman Keldan, sum verður nógv vitjað.
Umkoyringarvegurin er 2,4 km langur. Har nýggi Skálafjarðarvegurin og Fjarðarvegurin møtast, verður rundkoyring gjørd. Frá rundkoyringini verður nýggj íbinding gjørd til Skálafjørðin. Sunnan fyri rundkoyringina verður pendlarapláss og nýtt busssteðgipláss gjørt. Verkætlanin er prosjekterað og klár at bjóða út.
Tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu, og høvuðsferðslan skal leiðast eftir vestara armi á Skálafjørðinum, verður tørvurin á umkoyringarvegi um Skálafjørðin størri. Tó treytað av, at loysn 1 (tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin) í verkætlanini um Gøtudalstunnilin, verður vald. Hinvegin verður minni tørvur á umkoyringarvegi um Skálafjørðin um loysn 2 ella 3 í verkætlanini um Gøtudalstunnilin, verða framdar, tí økta ferðslan millum Eysturoyartunnilin og Gøtudalstunnilin ikki velur at koyra ígjøgnum Skálafjørðin.
Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
Møguliga loysnin er prosjekterað og boðin út tvær ferðir áður, men kostnaðurin var mettur at vera ov høgur, og tí varð verkætlanin niðurløgd.
Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.
Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí verða ongar sparingar av rakstri og viðlíkahaldi.
Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.
Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.
Her verður mælt til oman fyri nevndu loysn.
60 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,7 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.
Ongar avleiddar verkætlanir.
Vegurin kann við fyrimuni gerast samstundis sum Gøtudalstunnilin, tí tá er tunnilsgrót til verkætlanina tøkt nærhendis.
2 ár
2024-2025