Soleiðis keypir tú
Kundar, ið ikki hava gjaldsavtalu við Landsverk, rinda fyri vøruna, áðrenn hon verður heintað. Um tað er fyrstu ferð, tú keypir frá Landsverki, er neyðugt at stovna eitt kundanummar. Hetta verður gjørt við at at seta teg í samband við Stjórnardeildina ella fíggjareindina á Landsverki, tel. 290 825 ella 20 25 30.
Tá kundanummarið er stovnað, kann peningurin flytast beinleiðis á kontu hjá Landsverki í peningastovnunum. Kundanummar skal viðmerkjast í samband við flytingina.
Um tú keypir í Hundsarabotni ber til at gjalda á staðnum við gjaldskorti, tó bert við Visa/DK korti og ikki Master Card ella øðrum líknandi gjaldskorti.
Keyparin skipar sjálvur fyri flutningi. Um onnur enn keyparin heinta tilfarið skulu tey upplýsa kundanummarið hjá keypara. Hetta lættir munandi um avgreiðsluna.
Upplatingartíðir
Hundsarabotnur, Hústoft og Sund:
Kl. 8.00–12.15 og frá kl. 12.45-16.00.
Porkeri:
Kl. 8.00-12.00 og frá kl. 13.00-16.00.
Samband: gbporkeri@gmail.com
Er tørvur á asfalti uttan fyri vanliga arbeiðstíð, verður tú vinarliga biðin um at avtala hetta við asfaltverkið í góðari tíð tel. 20 25 30.
Stongt er í samband við summarfrítíð og um jóltíðir. Lýst verður við tíðarskeiðinum nakrar vikur frammanundan her á heimasíðuni. Harumframt kann vera stongt orsakað av ringum veðri.
Kreditkeyp
Almennir stovnar, kommunur og arbeiðstakarar kunnu gera kreditavtalu við Landsverk undir ávísum treytum. Les meira um treytirnar her: debitorpolitikkur ella heinta ein kredittavtaluseðil her: kredittavtaluseðil
Hevur tú spurningar í sambandi við keyp av tilfari, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Landsverk, tel. 290 825 ella 20 25 30.
Bankar
Banki | Kontonummar | |
---|---|---|
Giro |
9909-435.170.4 |
|
Betri Banki |
9181-128.220.6 |
|
Suðuroyar Sparikassi |
9870-101.191.0 |
|
Føroya Banki |
6460-431.468.0 |
Grót og skervur
Grót og skervur eru til sølu á verkunum hjá Landsverki í Hundsarabotni, Hústoft, Porkeri og á Sandi. Útboðið á teimum ymsu støðunum sæst í vøruskránni. Legg til merkis at vøruúrvalið er ikki eins á øllum sølustøðum.
Asfalt
Asfalt verður framleitt og útvega á asfaltverkunum í Hundsarabotni og á Sundi. Møguleiki er tó at keypa kalt asfalt (oljugrús) í grótbrotinum í Porkeri eisini.
Leggið til merkis, at tað ber ikki til at keypa heitt asfalt undir 5 tons selt, tí hetta gongur út yvir góðskuna. Fyri at kunna taka atlit at framleiðsluni er ynskiligt við bílegging í seinasta lagi dagin fyri. Kalt asfalt (oljugrús) kann tó heintast uttan bílegging.
Árstíðarískoyti
Í tíðarskeiðinum 1. des til 31. mars verður eitt ískoyti á 65,- krónur pr. tons, uttan MVG, lagt afturat vanliga prísinum.
Bílegging
Telefon: 20 25 30 (08:00-15:00 yrkadagar)
Teldupost: asfalt@lv.fo
Freist: kl. 12:00 til veitingar næsta yrkadag*
*) Veitingar størri enn 500 tons, og veitingar uttanfyri upplatingartíðirnar, skulu bíleggjast í seinasta lagi kl. 12:00 tveir yrkadagar innan veiting. Fyrivarni verður tikið fyri tøkum framleiðslukapasiteti.
Upplatingartíðir
08:00-15:00 mánadag til hósdag
08:00-12:00 fríggjadag
Avsláttur
Størri nøgdir av asfalti, sum verða bílagdar í góðari tíð, fáa avsláttur. Støddin av avsláttrinum veksur við nøgdini, sum víst á talvuni niðanfyri.
Treytirnar fyri avsláttri:
- Bíleggingin verður gjørd í arbeiðstíð, seinast 2 dagar innan veiting
- Bíløgd vøra verður heintað
Avsláttur | Nøgd | Eind |
---|---|---|
0% |
>100 |
tons pr. dag |
1% |
100-200 |
tons pr. dag |
2% |
200-300 |
tons pr. dag |
3% |
300-400 |
tons pr. dag |
4% |
400-500 |
tons pr. dag |
5% |
500-600 |
tons pr. dag |
6% |
>600 |
tons pr. dag |