Landsverk til vinnulívið

Vøruskrá

Gevið gætur! Allar vørur fáast ikki allastaðni. Uttast til høgru í yvirlitinum sært tú, hvat fyri sølustað hevur vøruna, sum tú leitar eftir. Tú kanst eisini velja bert at síggja vørur frá einum sølustaði omanfyri.

Vegleiðing: Soleiðis keypir tú

STYTTING
KR/TONS
v/MVG
KR/M3
v/MVG
FÆST HESI
SØLUSTØÐ
Frásáldaður skervur 0-8 mm

(SK 0-8 mm) T1
225,00
383,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

0-8 mm er frásáldað úr skervframleiðsluni. Frásáldað verður mest brúkt sum tætt javningarlag í tún og á gongugøtum, undir reinari skervi og oljugrúsi. Tilfarið er tætt og leiðir tí illa vatn burtur og er óegnað til betong.

Tilfarið liggur úti og verður fylt so væl blandað sum gjørligt á bil við gummiged.

Skildur skervur 8-16 mm

 

(SK 8-16 mm) T2
237,50
361,00
Hundsarabotnur, Hustoft

Kann nýtast sum avrættingarlag á sama hátt sum 0-8 mm.  Vansin er, at 8-16 mm tilfarið er reint sáldað og festir seg ikki.  Fyrimunurin er, at tað er ótætt og tí leiðir vatn.  Mest vanliga støddin at leggja á tún.

Skervurin liggur úti og verður fyltur í bil við gummiged.

Skildur skervur 16-32 mm
(SK 16-32 mm) T3
227,50
348,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Kann brúkast til avrætting. Er reint sáldað, liggur leyst, og leiðir tískil væl vatn burtur og er vælegnað uppat t.d dubbaplasti ímóti húsaveggjum. 

Skervurin liggur úti og verður fyltur á bil vð gummiged.

Skildur skervur 32-75 mm
(SK 32-75 mm) T5
262,50
381,00
Hustoft

Kann brúkast sum ífylla. Er grovur, reinur skervur og leiðir væl vatn burtur.

Skildur skervur 0-4 mm
(SK 0-4 mm) T6
225,00
326,00
Porkeri
Skildur skervur 4-8 mm
(SK 4-8 mm) T7
225,00
326,00
Porkeri
Skildur skervur 8-16 mm
(SK 8-16 mm) T8
237,50
361,00
Porkeri
Skildur skervur 0-32 mm
(SK 0-32 mm) T13
225,00
365,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

0-32 verður mest brúkt sum tætt javningarlag í tún og á gongugøtum, undir reinari skervi og oljugrúsi. Tilfarið er tætt og leiðir tí illa vatn burtur og er óegnað til betong.

Tilfarið liggur úti og verður fylt so væl blandað sum gjørligt á bil við gummiged.

Skildur skervur 22-38 mm
(SK 22-38 mm) T9
227,50
348,00
Porkeri
Óskildur skervur 0-75 mm
(ÓS 0-75 mm) T25
193,75
304,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Forknúsað tilfar FK 0-250 verður knúst niður til óskildan skerv 0-75 mm.  Sum við FK 0-250 liggur 0-75 í rúgvu og skilir seg nakað, tó ikki so nógv sum FK 0-250 tilfarið.  Óskildur skervur verður brúktur til avrætting. t.d. undir hús, tún, gøtur, vegir og havnaløg, oman á eyr, forknúst tilfar og grótfyllu.

Grót
(GR) T26
112,50
196,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Grót verður lati á spreingistaðnum, fylt á bil við gummiged.  Tilfarð er ójavnt í stødd frá steinum úr 2-3 tons (3/4-1m3) til smásteinar.

Ávís skiljing er møgulig, um biðið verður um annaðhvørt stórt ella smátt grót.  Grót verður nýtt til størri ífyllu t.d. undir hús, vegir og havnaløg.

Harðari grót
(GR-H) T27
250,00
430,00
Hustoft

Er betur góðska enn vanliga gróti á Hústoft

Stórt grót
(GR-S) T24
218,75
376,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Stórir steinar yvir 1 tons. Verða latnir á spreingistaðnum, fylt á bil við gravimaskinu ella gummiged.

Frásáldaður skervur 0-50 mm

 

 

(FS 0-50 mm) T31
93,75
165,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Frásáldaða tilfarið verður sáldað burtur úr skotna grótinum, áðrenn tað fer í forknúsaran. Nakað av royðu er vanliga uppi í hesum tilfarinum. Tilfarið liggur úti og verður fylt á bil við gummiged. Frásáldað verður mest brúkt sum tætt javningarlag í túnum og á gongugøtum undir reinari skervi ella oljugrúsi. Tilfarið er tætt og leiðir tí illa vatn burtur og er óegnað til betong. ​

Sum navnið sigur, er frásáldað ikki beinleiðis framleiðsla, og tí ikki altíð á goymslu.

Forknúsað grót 0-250 mm
(FK 0-250 mm) T35
137,50
216,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Forknúsað er grót, knúst niður í 0-250 mm í forknúsaranum. Í rúgvuni av forknúsaðum liggja teir størstu steinarnir uttast og teir smáu innast í rúgvuni. Tilfarið liggur úti og verður fylt so væl blandað sum gjørligt í bil við gummiged.  Um biðið verður um tað, kann tað forknúsaða í ávísan mun fyllast við meira ella minni av stórum steinum upp í.  Forknúst verður brúkt til lægri ífyllu m.a. undir húsum, vegum, og havnarløgum og sum javnandi lag omaná grótfyllu.

Danskur sandur 0-2 mm
(ÚTLS 0-2 mm) T42
395,00
554,00
Hundsarabotnur

Danski sandurin verður latin í asfalt- og betongblandingar.  Er eisini góður at pussa við, og er sera reinur.  Hann verður goymdur úti og latin á bil við gummiged.

Stórir sekkir við tilfari, uml. 1 tons

Sig frá í minsta lagi 2-3 dagar áðrenn avheinting, tí sekkirnar kunnu ikki fyllast. áðrenn kundin skal brúka teir.  

T57
250,00
fyri sekkin, pluss tilfar eftir vekt
Hundsarabotnur
0-16 mm blandaður skervur
(SK 0-16 mm) T51
247,50
391,00
Hundsarabotnur, Hustoft, Porkeri

Skervurin er blandaður manuelt við gummiged, og er samansettur av 60% 8-16 mm og 40% 0-8 mm.

0-16 mm blandaður skervur verður vanliga brúktur, sum javningarlag undir asfalt. Tilfarið er tætt og leiðir illa vatn burtur.

Tilfarið er bert á goymslu í avmarkaðari nøgd, tí ert neyðugt at bíleggja í góðari tíð  (tel. 20 25 30)

Úrslit: