ISPS tilbúgving í havnum
Yvirgangsatsóknin í New York hin 11. september 2001 er beinleiðis atvoldin til ávísar broytingar í SOLAS (Safety of Life at Sea) altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code). Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, á fundi 20. november 2001 at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Á einari ráðstevnu 12. desember 2002 samtykti IMO nakrar broytingar, sum skuldu verða fult settar í verk í seinasta lagi 1. juli 2004. Sáttmálin setir ávís krøv til tiltøk og ætlanir, sum havnirnar skulu seta í verk, og síðani skulu landsmyndugleikarnir góðkenna tiltøkini og ætlanirnar.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur, við heimild í løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2004 og kunngerð nr. 33 frá 25. mai 2004, álagt Landsverki at røkja niðanfyri nevndu myndugleikauppgávur í sambandi við at verja havnir ímóti yvirgangi:
- Áseta trygdarstigið fyri føroyskar ISPS havnir
- Góðkenna váðametingar fyri føroyskar ISPS havnir
- Góðkenna verndarætlanir fyri ISPS havnir
- Hava eftirlit við og skipa fyri venjingum fyri at kanna eftir, hvussu væl ætlanirnar virka
- Góðkenna verndarfeløg, sum kunnu røkja ávísar uppgávur í sambandi við
váðametingar og verndarætlanir
Um tygum hava spurningar ella ynskja fleiri upplýsingar um evnið, ber til at venda sær til deildina fyri infrakervi á Landsverki.
Hesar havnir eru nú góðkendar:
- Tórshavnar
- Klaksvíkar
- Runavíkar
- Tofta
- Miðvágs
- Sørvágs
- Fuglafjarðar
- Vestmanna
- Vágs
- Tvøroyrar
- Sunda
- Eiðis
- Leirvíkar
- Sjóvar
Tilvísingar:
ISPS dátugrunnur (yvirlit yvir góðkendar havnir, feløg og myndugleikar):
http://gisis.imo.org/Public/
Løgtingslóg nr.11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir:
http://www.logir.fo/Logtingslog/11-fra-31-03-2004-um-at-verja-havnir
Kunngerð nr.33 frá 25. mai 2004 um at verja havnir:
http://logir.fo/Kunngerd/33-fra-25-05-2004-um-at-verja-havnir
Fyrimynd fyri verndarætlan trýst her