GG: Viðmerkjast skal at tekstur í høgra teigi er ásetingar, ið seta krøv til bygging.
Føroyska bygningsreglugerðin 2017, FBR17, er býtt sundur í tveir teigar. Í teiginum til vinstru (hesum teiginum) stendur kravteksturin, t.v.s. tær løgfrøðiligu bindandi ásetingarnar, og í teiginum til høgru standa vegleiðandi leysligar tekningar og viðmerkingar til kravtekstin. Harumframt eru 3 fylgiskjøl til bygningsreglugerðina. Tekningarnar, sum eru í vegleiðingini í høgra teigi, eru at skilja sum dømir. Umframt vegleiðandi tekstin í høgra teigi hevur Energistyrelsen gjørt vegleiðingar viðvíkjandi serligum evnum, sum verða skipað í donsku bygningsreglementet, og sum eisini í ávísan mun kunnu nýtast sum vegleiðing í sambandi við føroysku bygningsreglugerðina. Hesar vegleiðingar eru at finna á heimasíðuni hjá Energistyrelsen, www.bygningsreglementet.dk.
Umframt vegleiðingar frá Energistyrelsen hevur SBi gjørt SBi-anvisning 230, Anvisning om Bygningsreglement 2010. Henda vegleiðing kann eisini nýtast sum ein hjálp til at tulka krøvini í føroysku bygningsreglugerðini. Vegleiðingin vísir millum annað til fyrisett mát, leiðbeiningar og annað tekstgrundarlag, har upplýsingar eru gjøllari lýstar. Vegleiðingin frá SBi sæst á heimasíðuni hjá Energistyrelsen, www.bygningsreglementet.dk, kann fáast í online útgávu á www.sbi.dk og kann keypast sum rit hjá SBi. Sí www.byggevareinfo.dk um kunning um galdandi fyrisett mát, byggivørur, CE-merking o.a.
Markvirðir í hesi reglugerð eru ásett sum minstukrøv ella sum krøv í mesta lagi, tó kann byggjari betra um ásettu virðini.
Bygningsreglugerðin og tey skjøl, ið hoyra til, eru orðað við størst møguligum nærlagni fyri at tryggja, at innihaldið er rætt. Nýtarin stendur tó sjálvur til svars fyri nýtsluni av bygningsreglu-gerðini, og landsstýrismaðurin hevur ikki endurgjaldsábyrgd fyri skeivar avgerðir vegna feil ella manglar.