Lýsing

Bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla, parkering og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin fyri allan H-bygningin er góðar 14.500 fermetrar.

Filmar og útgávur:
Timelaps mars 2017-mai 2019

H-Bygningurin Landssjúkrahúsið - Innanífrá (faldari)

LSH Avgrevstur

LSH Tøkni

LSH Visualiseringar

H-Bygningurin fær skap

Gongd komin á stoypingina

Vevmynd frá byggiplássinum

Støðan

mars 2022

Tann 22. mars vórðu allar stórarbeiðstøkur lidnar og handaðar Landsverki. Næsta stig verður at fáa innbúgv, útgerð, tøkni og aðra serútgerð inn í nýggja H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum. Hesar veitingar væntast lidnar í summar í ár, samstundis sum umbyggingin á hædd B0, B1 og B2 í grøna B-bygninginum - og sum bindur H- og B-bygningin saman, eisini verður liðug.

Fram móti heystið, verður farið undir eina royndarkoyring av H-bygninginum saman við hinum bygninginum á Landssjúrkahúsinum.

januar 2020

Bygningurin er nú innilokaður, og byggingin gongur sum heild væl. Avbjóðingar kunnu tó standast av væntandi játtan og harvið elva til seinkingar. Saman við byggiánara arbeiðir Landsverk við at lýsa tørvin fyri politisku skipanini, so støða kann takast til ítøkiliga játtanartørvin.

juli 2019

Nú sæst nýggi H-bygningurin væl um alla Havnina næstan. Betong arbeiðið var avhendað síðst í januar uttan manglar, og betong parturin av sjógvhitahúsinum er somuleiðis liðugur. Hesi arbeiðini hava gingið sera væl. Arbeiðið at framleiða elementir til klimaskermin var liðugt í mars í ár.

Seinastu tíðina er bygningurin veruliga farin at taka skap. Arbeitt verður við at seta vindeygu í og klæða bygningin við kopari, og er bygningurin við hesum blivin enn sjónligari í landslagnum. Vindeyguni hava frammanundan verið fyribils lokaði fyri at bygningurin kundi vera tættur í niðastu hæddunum, so tað bar til at seta fleiri arbeiðir í gongd inni í bygninginum.

januar 2019

Arbeiðið við innilokan gongur støðugt framá, og á síðuni út móti Nólsoyarfirði eru næstan øll modulini monteraði. Viðvíkjandi pumpuhúsinum eru allar kisturnar lagdar, og nú verður arbeitt við at fylla uppaftur, so pumpuhúsið kann stoypast. Allar hinar arbeiðstøkurnar eru eisini settar í gongd inni í H-bygninginum, umframt at stórur partur av teirri teknisku útgerðini í kjallaranum er fingin til høldar.

oktober 2018

Stórarbeiðstøka 01, sum er ráhúsið, er komin væl áleiðis. Stoypt eru oman fyri 4.000 rúmmetrar av betongi, og er arbeiðið er framvegis framman fyri tíðarætlanina. Reisigildi varð hildið í september. Arbeiðið við innilokan er so smátt byrjað, og kisturnar til sjóhitahúsið eru í gerð.

juni 2018

Bygningurin er komin væl upp í hædd, og í løtuni arbeiðir MT Højgaard á 5 hædd, sum eitur H2. Her leggja teir tey seinastu dekkini á hesi hæddini og byrja so smátt at fyrireika at seta upp veggir og súlur, ið skulu bera takið á bygninginum. Herfyri byrjaði Húsavarðatænastan í og eru lidnir við inniveggir og stoyptu gólvini. Teir eru nú farnir undir inniveggir á H-1, har sum køkurin er, og hetta arbeiðið gongur eisini væl. Í løtuni arbeiðir byggileiðslan við fyrireikingum at seta í gongd innilokan gera ætlaða pumpuhúsið. Eftir summarfrítíðina verður byrjað at inniloka bygningin, og somuleiðis verður miðað eftir at taka pumpuhúsið í brúk longu í ár. Hetta fyri at hita bygningin við, ístaðin fyri at hava fyribils blásarar og tað, sum hartil hoyrir.

mars 2018

Parkeringskjallarin er liðugur, og farið er undir at gera 2. hædd, sum verður nevnd -1 (minus eitt). Fríggjadagin 23. februar vóru Løgtingsins fíggjarnevnd, bygginevndin og landsstýriskvinnan í heilsumálum við fylgi á vitjan, har tey fyrst fingu rundsýning á byggiplássinum, og síðani eina framløgu um gongdina í byggingini. Eisini løgdu listafólkini, sum vald eru til at listpríða H-bygningin, fram síni hugskot til listprýðing. Sí video frá vitjanini HER.

januar 2018

Tórshavnar Kommuna og Landsverk hava umrøtt íbindingina av atkomuvegnum til H-bygningin. Niðurstøðan er, at hetta skal gerast í verandi veg frá kapellinum. Prosjektering av atkomuvegnum er eisini gjørd liðug í hesum tíðarskeiðnum, og væntast hetta arbeiðið at verða gjørt í fyrru helvt av 2018.

Arbeiðið hjá MT Højgaard Føroyar gongur sera væl. Flest allir veggir eru komnir upp í parkeringskjallaranum, og stórur partur av dekkinum yvir kjallaranum er nú eisini komin upp. Arbeiðið at avmontera gamla reinsiverkið er liðugt.

Listafólkini arbeiða miðvíst við teirra ískoyti til H-bygningin.

oktober 2017

Eftir at meirjáttan varð samtykt í Løgtinginum er sprongt og planerað fyri tí víðkaða kjallaranum, meðan arbeitt hevur verið við at stoypa upprunaliga kjallaran, og tað er hepnast væl at samskipa tey arbeiðini. Arbeitt verður í løtuni við at staðseta húsið til vatninntakið til hitapumpuskipanina. Húsið verður umleið tríggjar ferðir størri enn ætlað, sum verður gjørt í samstarvi við Fjarhitafelagið, ið fer at nýta tveir triðingar av bygninginum til sítt virksemi. Gamla reinsiverkið er tikið niður, tí tað stóð í vegin fyri tí víðkaða kjallaranum. Umhvørvisstovan hevur givið loyvi til at nýta neyðreinsiverkið fram til oktober 2018. Fram til ta tíð skulu neyvar kanningar gerast av, hvørji møgulig vandamikil evni eru í útlátinum. Grundað á hetta arbeiðið tekur Umhvørvisstovan støðu til, hvussu endaliga reinsiverkið skal gerast, og um ætlaða reinsiverkið í verkætlanini er nøktandi. Fakeftirlitið er virkið, og samskiftið umvegis Dalux kt-skipanina virkar væl. Gongd er á at dagføra modellið av somatisku seingjarstovuni, sum er 1:1, og at gera eina nýggja psykiatriska seingjarstovu - eisini í 1:1. Landssjúkrahúsið fyrireikar fleiri “rolluspøl” fyri at meta um arbeiðslagið í stovunum, sum eru at síggja í framsýningini á B1.

juni 2017

Tann 28. mars samtykti eitt samt Løgting verklagslógina við tí ískoyti at játtað varð at byggja fullan kjallara undir bygningin. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið fyri árini 2009 til 2021 er sostatt 652,6 mió. krónur. Sáttmálarnir um arbeiðstøkur 3, 4 og 5 eru undirskrivaðir, og arbeiðið hjá MT Højgaard er í gongd. Byrja varð at stoypa tíðliga í mars, og arbeiðið hevur gingið støðugt og skjótt síðani. Arbeitt verður nú við at gera eitt skipanaruppskot fyri kjallaran og leggja eina ætlan, so arbeiðið, sum er í gongd, verður órógvað minst møguliga. Listarfólk, sum vóru kunngjørd í februar eru farin undir at leggja teirra ætlanir til rættis.

Fakta

Arbeiðsánari: Heilsumálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Brúkari: Landssjúkrahúsið

Heildarráðgevi: Faerport II

Arbeiðstakari: Sp/f Grettir: Avgrevstur, spreinging og grovplanering.

MT Højgaard: Betong, tekja og klædningur.

Húsavarðartænastan: Innandura arbeiði.

Demich: Innleggingar og ventilatión.

EL.FO: El og tøknistýringar.

Tíðarætlan: Fyrireiking av verkætlan: 2009-2012

Prosjektering: 2012-2015

Bygging: 2015-2022

Inn- og royndarkoyring: 2022-2023

Kostnaðarætlan: H-bygningurin er ein partur av samlaðu játtanini til um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum frá 2009 til 2024. Játtanin er 870,3 mió. krónur, harav 659 mió. krónur eru til H-bygningin.

factimg
Úrslit: