10-09-2024
Landsverk heldur fram at viðgera burðadygga ferðslu
Áðrenn summarferiuna gav Landsverk tvey temabløð út, sum vísa á, hvussu íløgurnar í okkara landsvegir skulu raðfestast, um vit vilja hava eina meira burðardygga og fjølbroytta ferðslu. Í gjár hildu vit eitt tiltak í Miðnámsskúlanum í Suðuroy um hetta evnið, saman við Strandfaraskipum Landsins.