08-10-2019
Um høvuðsorsøkirnar til meirkostnað av sjúkrahúsbygging
VERKÆTLAN: Meirkostnaðurin av H-bygninginum botnar í stóran mun í, at játtanin til útbyggingina stavar heilt afturi frá 2009. Sjúkrahús, sum verða bygd í dag, kunnu als ikki sammetast tøkniliga við tey, sum vóru bygd fyri 10 árum síðani. Viðvirkandi til meirkostnaðin er eisini, at tað í alt ov lítlan mun er tikin hædd fyri avleiddum verkætlanum í verklagslógini. Í útgangsstøðinum hava hesar einki við sjálvan H-bygningin at gera, men eru ein fortreyt fyri at fáa nýtsluloyvið til bygningin frá kommunala myndugleikanum.