15-11-2019
Landsverk og snilda framtíðin
TØKNI: Tá allir ætlaðir tunlar eru gjørdir, og 99 prosent av bústaðarøkjunum eru knýtt saman, verður fatanin av Føroyum sum oyggjasamfelag væl øðrvísi, enn hon er í dag. Tá ber í veruleikanum til at síggja landið sum ein bý. Millum annað hetta vísti Sigurd Justinussen, planleggjari og landafrøðingur á Landsverki, á, í framløgu síni á ráðstevnuni, Snilda framtíðin, sum var hildin í Sjóvinnuhúsinum í síðstu viku.