08-11-2018
Tunnilsliðið skal seta gongd á nýgerð av smærri tunlum
TUNLAR: Politisk avgerð er tikin um at endurstovna tunnilsliðið hjá Landsverki, sum hevur fingið uppgávuna at bora smærri tunlar til bygdir í Føroyum. Høvuðsorsøkin er, at tað er ov trupult politiskt at fáa sett stórar upphæddir av árliga á fíggjarlógini til tunnilsverkætlanir. Við einum almennum tunnilsliði ber betur til at spjaða íløguna yvir eitt longri áramál, og fáa gjørt hesar íløgur í smærri bitum.