16-05-2018
VIDEO: Spakin settur í fyri nýggjum Hvalbiartunli
Mánadagin hendi tað umsíðir, at spaki varð settur í fyri einum nýggjum Hvalbiartunli, sum íbúgvarnar í kommununi so leingi hava eftirlýst. Nógv fólk vóru savnaði inni í dalinum ávegis móti tunnilsmunnanum, har tveir eldri borgarar høvdu fingið sum uppgávu at loysa fyrsta flagið fyri atkomuvegnum. Her er ein videofrásøgn frá hátíðarløtuni, sum helt fram í Roynhøllini, har Hvalbiar kommuna og Landsverk bjóðaðu kaffi og tunnilskøku.