02-12-2015
Landsverk røkir sína uppgávu sum byggiharri
BYGGING: Kringvarpið setti í einum tíðindainnslagi týsdagin ljós á nakrar almennar byggiverkætlanir, har niðurstøðan var, at nógvar verkætlanir líða undir prosjektfeilum og manglum. Landsverk er byggiharri á hesum verkætlanum og hevur sum fremstu uppgávu at stýra tíðarætlan, pengum og góðsku. Stovnurin vil í hesum sambandi lýsa hesi viðurskiftir nærri og greiða frá, hvussu ein byggiverkætlan verður samanskrúvað og samskipað.